Skipasmiðjan Mest fer at prosjektera tær báðar ferjurnar, ið Strandferðslan fer undir at byggja í 2025 og frameftir. Fyri tørni fyrst stendur Kalsoyarferjan og síðani ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.
- Vit hava valt at prosjektera ferjurnar í senn, so at skipaslag, tilfar og útgerð koma at líkjast sum mest, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.
Prosjekteringin tekur níggju mánaðar, og byggingin verður boðin út á heysti 2024. Byggingin av Kalsoyarferjuni byrjar í 2025, og ferjan er ætlað at fara í sigling seinast í 2026.
Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum fegnast um tilgongdina: - Hetta er eitt týðandi stig á leiðini at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.
Fýra veitarar blivu undangóðkendir, og tveir lótu tilboð inn. Av hesum metti Strandferðslan tilboðið frá Mest at vera tað, ið best leyk treytirnar í útboðstilfarinum.
- Tað er við við góðum treysti og hugi, at vit fara í gongd við at prosjektera hesar ferjurnar fyri Strandferðsluna, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest.