Seinasta árið hevur Strandfaraskip Landsins arbeitt við at dagføra internetið á Smyrli. Hetta merkir, at fipurnet nú er lagt um alt skipið, eins og nýggj framtíðartryggjað útgerð til sjónetið eisini er sett upp umborð.
Ein annar fyrimunur við nýggju útgerðini er, at ferðin á netinum umborð á Smyrli er munandi skjótari. Við hesum eru munandi størri møguleikar hjá ferðafólki at arbeiða á netinum ella stytta sær stundir við at stroyma filmar og sendingar, meðan tey sigla. Somuleiðis er nú dekningur allan teinin millum Krambatanga og Havnina. Eisini vestan fyri Sandoynna, har tað fyri stuttum einki samband fekst við netið.
Dekningurin umborð er eisini munandi betri, og ferðafólk eru ikki longur avmarkaði til ávís økir umborð, tá tey ynskja samband við netið. Dekningur er mestsum allastaðni, har ferðafólk halda til umborð.
Nýggja netið er higartil nógv brúkt. Vanligar gerandisdagar kann talið á brúkarum koma upp ímóti 100, sum eru innritaði samstundis. Um vikuskiftið er hetta talið tvífalt so høgt. Hægsta talið higartil er 310 brúkarar, sum hava verið á netinum í senn.