Niels Jørgen Nielsen nýggjur rakstrarleiðari á Strandferðsluni

14.08.2024

Niels Jørgen Nielsen er 57 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan skiparakstur og sjóvinnu.

Niels varð útbúgvin skipsførari í 1989, og eftir lokið skipsføraraprógv var hann í 12 ár stýrimaður og skipsinspektørur hjá A.P. Møller. Árini 2013-19 sigldi hann sum yvirstýrimaður og avloysaraskipari við Smyrli og var eina tíð stýrimaður á Norrönu.

Tá ið Skipaeftirlitið, nú Sjóvinnustýrið, var yvirtikið, var Niels í fýra ár sýnsmaður har. Hann hevur eisini fleiri ára starvsroyndir sum próvdómari hjá Akstovuni og lærari á Vinnuháskúlanum og Brandskúlanum.

Rakstrardeildin er umframt leiðaran mannað við skipinspektøri, tekniskum leiðara, manningarsamskipara og trygdarsamskipara. Úti á skipunum eru skipararnir og maskinstjórarnir tættastu samstarvspartar hjá rakstrarleiðaranum.