Strandfaraskip Landsins eru fegin um at kunna boða frá at bíleggingarskipanin hjá okkum nú eisini fevnir um Skúvoyarleiðina. Fyrsti túrur, ið er tøkur at bíleggja, er 31. juli 2024, og tað ber longu til at bíleggja pláss við Sildberanum frá í dag av, 25. juli.
Hetta er ein týðandi menning av tænastuni hjá okkum, við tað at hetta fer at gera tað lættari hjá ferðafólki at skipa ferðirnar til og frá Skúvoynni. Serliga í summarhálvuni, tá ið fleiri fólk ferðast til Skúvoyar, og ábendingar eru um at hetta talið er vaksandi, er hetta ein hentur møguleiki hjá okkara ferðafólkum. Við bíleggingarskipanini fáa ferðafólk eitt betri yvirlit yvir tøkir túrar, eins og at tað nú ber til at tryggja sær plássið umborð, áðrenn fráferð.
Tað er tó ikki krav at bíleggja sær pláss við Sildberanum. Tú kanst framvegis møta upp áðrenn fráferð og keypa tær ferðaseðil umborð á Sildberanum. Ferðaseðlakostnaðurin á Skúvoyarleiðini er tann sami, um tú bíleggur frammanundan ella keypir við fráferð. Tó er fyrimunurin við bílegging áðrenn fráferð tann, at hetta tryggjar tær pláss umborð, og tær nýtist ikki at møta upp til fráferðina fyrr enn 10 min. undan fráferð.
Eins og á Mykinesleiðini, hava tey fastbúgvandi í Skúvoy framíhjárætt til 5 pláss umborð á Sildberanum til hvønn túrin, og eru tí altíð tryggjað at sleppa við Sildberanum, við ella uttan bílegging.
Av tí at flestu túrar í ferðaætlanini á Skúvoyarleiðini eru tilkallitúrar, er tað neyðugt at tilkalla túrin, áðrenn til ber at bíleggja. Vegleiðing um hetta liggur í bíleggingarskipanini og í ferðaætlanini fyri leið 66.
Tú finnur bíleggingarskipanina hjá okkum her:
Ferðaætlanin til leið 66 – Skúvoyarleiðina, kann lesast her: