Nýggir prísir: Broytingar í bíleggingarskipanini í kvøld

07.04.2025

Nýggi prísbygnaðurin á oyggjaleiðum kemur í gildi í morgin, týsdagin 8. apríl.

Bíleggingarskipanin stongir tí í kvøld, mánakvøld klokkan 22:00 og letur upp aftur beint fyri midnátt.

Tá fer at bera til við nýggju prísunum at bíleggja ferðaseðil á øllum oyggjaleiðum fyri apríl mánað.

Fríggjadagin 11. apríl klokkan 12:00 letur bíleggingarskipanin upp fyri bílegging av ferðaseðlum upp til 90 dagar fram í tíð.