Í næstu viku byrjar nýggj bussleið millum Glasir og Vágar.
Avbjóðingar hava verið við busssambandinum hjá næmingum, sum ganga á Glasi og búgva í Vágum – serliga eftir skúlatíð. Nú hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, saman við Strandferðsluni tikið stig til eina nýggja bussleið millum Glasir og Vágar.
Farleiðin, sum eitur leið 350, byrjar mánadagin 31. august. Leiðin koyrir av Glasi eina ferð um dagin, og tað er skúladagar klokkan 15.30.
Leið 350 | |
Glasir | 15:30 |
Effo í Koll. | 15:55 |
Sandavágur | 16:05 |
Miðvágur | 16:10 |
Sørvágur | 16:25 |
Sørvágur | 16:35 |
Flogvøllurin | 16:45 |
Effo í Koll. | 17:15 |
Farstøðin | 17:50 |