Nýggja ferjan eitur Erla Kongsdóttir

25.08.2020

Fyrsta uppgávan hjá Erlu Kongsdóttir verður at røkja nólsoyarleiðina, tá Ternan fer til klassingar í oktober.

Nýggja ferjan hjá Strandfaraskipum Landsins hevur fingið navnið, Erla Kongsdóttir. Tað hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, gjørt av.

Erla Kongsdóttir fer í fyrstu atløgu at sigla á nólsoyarleiðini. Hálvan oktober fer Ternan til 40 ára klassingar, og avgjørt er, at Erla Kongsdóttir skal røkja siglingina. Avgjørt verður seinni, um tað verður Sam ella Hasfjord, ið skal taka sær av farmasiglingini.

Klassingin hjá Ternuni tekur væntandi einar tveir mánaðir.

Erla Kongsdóttir er skjóttgangandi tríkilja, sum tekur 96 ferðafólk, lættari farm og upp til tríggjar bilar. Siglingartíðin millum Nólsoy og Havnina verður umleið 12 minuttir. Erla Kongsdóttir verður skjótasta ferja hjá SSL.

Flestu skipini í flotanum hjá SSL hava fuglanøvn, og navnið Erla Kongsdóttir hóskar tí væl til nýggju ferjuna. Erla Kongsdóttir er lítið spurvaslag við longum veli og verður eisini ofta nevnd Erla. Fuglurin heldur mest til við áir og við sjóvarmálan, har hann eisini hevur reiður. Bara 10-20 pør av Erlu Kongsdóttir eiga í Føroyum. Erla Kongsdóttir er kvik og gongur skjótt, og tað ger tríkiljan eisini.

Fyrsta flogfarið í Føroyum hevði eisini navnið Erla Kongsdóttir, og tað flogfarið kundi lenda á sjónum.

Síðsta hond verður løgd á verkið: