Enn tykist ikki vera full semja um nýggju prísskipanina, ið Dennis Holm, landstýrissmaður í fiskivinnu- og samferðslumálum legði fram herfyri.
Tí ber enn ikki til at siga, hvussu nýggja prísskipanin endaliga fer at síggja út, men onkrar broytingar í mun til uppruna uppskotið koma helst.
Nógvar meiningar eru um nýggju prísskipanina, ið hvørki krevur lógarbroyting - men er ein politisk avgerð, og tí krevur politiska semju.
Inntil tann semjan er í hús, ber ikki til hjá SSL at melda út um prísir og møguligar avsláttarskipanir. Nærri kunning kemur út á www.ssl.fo, tá ið málið er endaliga avgreitt.