P/F SSL ER EITT NEYÐARKALL FRÁ GOMLUM FERJUM

05.12.2022

Orsøkin til neyðarkallið er, at landið seinastu 17 árini ikki hevur sett pening av til at endurnýggja gomlu ferjurnar hjá SSL. Fyri 17 árum síðani, í 2005, kom Smyril, og byrjar hann eisini at eldast.

Alt tos um Strandferðsluna sum alment partafelag sprettir úr, at landið ikki raðfestir SSL. Ein neyðloysn er tí at leggja SSL um til eitt partafelag, sum kann lána pening til at byggja nýggjar ferjur fyri.

Mong tykjast halda tosið um P/f SSL vera tað sama sum privatisering. Tað er tað ikki. Privatisering er søla av almennum ognum til tað privata. Landið kemur at eiga P/f SSL og setir alla nevndina.

Ei heldur er P/f SSL eitt ynski um at sleppa at skera raksturin inn á bein fyri at fáa eina gullrandaða botnlinju. P/f SSL er ein neyðloysn. Eitt neyðarkall frá Rituni, Ternuni, Sam og Sildberanun um fígging.

Skiftandi politiskar leiðslur hava tíverri forsømt at taka skiftandi leiðslur á SSL í álvara, tá ið hesar seinastu 20 árini hava mælt til at umskipa SSL og skifta ferjurnar út.

Í dag er miðalaldurin á teimum trimum elstu ferjunum 46 ár ella nærum tvífalt aldurin á einum bilellisakfari. Ritan er 51 ár. Sam er 46 ár. Ternan er 42 ár. Sildberin er 28 ár. Eitt skip má eisini koma til Hest-leiðina.

Um nakar skuldi verið í iva um, hvørt peningur er at finna á íløguætlanini hjá landinum, kann til dømis hyggjast at Viðareiðistunlinum og Tunlunum Norður um Fjall.

Tunlarnir báðir kosta 750 mió.kr og knýta bygdir saman við 750 fólkum. SSL biður um 450 mió.kr á landsins íløguætlan til 5 nýggj skip at tæna 450 fólkum. Í báðum førum er talan um 1 mió.kr fyri hvønn íbúgva.

Hetta letur seg gera, men so má samlaða politiska skipanin taka kikaran frá tí blinda eyganum og ásanna, at SSL enn er til, hóast tvær farleiðir eru niðurlagdar í 2002 og 2006, og ein verður niðurløgd komandi ár.

Ein komandi samgonga, óansæð samanseting, má fella í samgonguskjalið eina ítøkiliga ætlan fyri útskifting av gomlu ferjunum hjá SSL. Alt annað er óvirðiligt fyri eitt oyggjaland og sjófarandi tjóð sum Føroyar.

Niels Juel Arge
Stjóri
Strandfaraskip Landsins