Plássbílegging á leið 58

22.07.2020

SSL fær leypandi fyrispurningar um bólkabíleggingar við ferjum og bussum, og um pláss er, verður bíleggingin váttað, um onki pláss er, verður bíleggingin ikki váttað. Samstundis er eisini í boði, um pláss er í ferðaætlanini, leigutúrur við skipi. Henda skipan hevur koyrt væl í nógv ár.

Eftir fyrsta bylgjan av korona-farsóttini fjaraði út, varð farið aftur til vanliga ferðaætlan á øllum leiðum, tó við avmarkaðum ferðafólkatali.

Fyri at tryggja ferðafólkaflutningin av teim fastbúgvandi á teim ymsu oyggjunum, har okkara ferjur røkja siglingina, varð avgjørt, at ongar bólkabíleggingar, so longi almennu tilmælini standa við, verða framdar, uttan so, at bólkurin takkar ja til møguligan leigutúr.

Uttan bólkabíleggingar, við avmarking í ferðafólkatali, og áheitan um at “Ferðast í egnum landi” hava okkara ferjur og bussar flutt ferðafólk kring landið. Ongin dagur er líka; onkrar dagar hevur Smyril verið ov lítil, aðrar dagar, hevur Ternan verið ov lítil, og enn aðrar dagar hevur Teistin eisini verið ov lítil. Kjarnuvirksemið, ið er flyta fastbúgvandi á smáplássum til meginøkið og aftur, verður avbjóðað, og málbólkarnir gerast fleiri. Tó eru skipini og kjarnuvirksemið tað sama.

Ferðafólkatøl, ferðamynstur og fráboðanir frá fólki verða leypandi viðgjørd, og er neyðugt við tillagingum, verða tær gjørdar. Við broyttum mannagongdum fyri viðlíkahaldsarbeiðið, var gjørligt at seta eykatúr inn eftir tørvi á Nólsoyarleiðini. Næsta stig fyri at tryggja teim fastbúgvandi í Svínoy og Fugloy pláss umborð á Rituni, verður nú kravt plássbílegging umborð á Rituni. Hetta merkir, at onnur ferðafólk enn fastbúgvandi, skulu bíleggja sær pláss við Rituni.

Pláss við Rituni skal bíleggjast við at senda teldupost á bilegging@ssl.fo ella við at ringja til  tlf. 343030. Bíleggjast kann eina viku frammanundan og í seinasta lagi tveir dagar fyri fráferð. Sí annars treytir og mannagongd fyri plássbílegging her.

Henda skipan tekur við í morgin og er galdandi til og við 31. august 2020.