Meðan Ternan røkir siglingina á leið 60 og á Hasfjord á leið 85, eru hesar mannagongdir gjaldandi fyri akfør:
Plássbílegging fyri akfør á leið 60 og 85
Plássbílegging til akfør broytt soleiðis:
Ternan – Plássbílegging til hesi akfør
- Persónbilar
- Bussar og vøruvognar upp til 6 metrar
- Tó ikki hesar pendlaratúrar:
- Gerandisdagar: Skopun 6:45, Gamlarætt 15:50, Gamlarætt 17:20
- Leygardag: Skopun 14:00
- Tó ikki hesar pendlaratúrar:
- Bilar hjá rørslutarnaðum
- Motorsúkklur
Ternan – Uttan bílegging til akfør
- Mannagongdin fyri akfør uttan bílegging er óbroytt.
- Mint verður tó á, at plássið umborð á Ternuni avmarkað í mun til Teistan.
- Goldið verður í Skopun og ikki Gomlurætt.
Hasfjord – Plássbílegging til hesi akfør
- Lastbilar- og vørubilar yvir 6 metrar
- Bilar við vogni yvir 6 metrar*
*Kunnu koma við Ternuni, um pláss eru tøk við fráferð
GG! Akfør breiðari enn 3,2m skulu boða manningini á Hasfjord frá í minsta lagi 1 tíma áðrenn fráferð á tlf. 293119.
Hasfjord - Uttan bílegging
- Eru pláss tøk á bildekkinum, kunnu bilar úr bíðirøð 2 sigla við, tó við í mesta lagi 12 ferðandi.
- Vanligur ferðaseðil skal rindast umborð á Gomlurætt.
- Rindast kann við SSL - kortið ella vanligum gjaldskorti.
- Tikið verður ikki móti reiðum peningi.
Nærri kunning
Nærri kunning fært við at venda sær til rutuupplýsingina á 34 30 30.
Dagført 7. juni 2021 kl. 18:00.