Tá ið Erla Kongsdóttir frá komandi mánadegi og tríggjar vikur fram avloysir Sam, ið skal sín árliga túr á beding, setir Strandferðslan plássbíleggingarskipanina í verk á Kalsoyarleiðini.
Kunning og upplýsing um broytingarnar á leið 56 sæst á SSL.fo og verður eisini send umvegis sms-skipanina.
Plássbílegging til ferðafólk við Erlu Kongsdóttir er á SSL.fo. 10 føst pláss eru sett av á hvørjum túri til fastbúgvandi í Kalsoynni og skulu hesi eins og áður nýta borgarakortið frá Klasvíkar kommunu. Tað er ikki neyðugt við plássbílegging frammanundan til hesi plássini.
Erla Kongsdóttir tekur 96 ferðafólk, og vanliga tekur hon eisini tríggjar persónbilar ella ein miðalstóran farmabil. Hon fer tó ikki at flyta akfør á hesum sinni, tí nakrar trygdartillagingar skulu fyrst gerast á hydraulisku rampurnar í Klaksvík og á Syðradali. Gongd er á tí arbeiðinum, men ikki er greitt enn, nær ið tað er klárt.
Í meðan Erla Kongsdóttir siglir á Kalsoyarleiðini, ger Ternan farmatúr týsdag og hósdag.
Tá ið Sam um tríggjar vikur kemur aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, verður plássbíleggingarskipanin flutt yvir á Sam. Tó skulu ávísar fyrireikingar og tillagingar gerast fyrst, áðrenn skipanin verður sett í verk, eins og neyðug atlit skulu takast til tey fastbúgvandi í Kalsoynni.
Nú ið farið er undir at skitsera nýggja skipið til Kalsoyarleiðina, fara landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Strandferðslan í næstum út í Kalsoynna at hitta oyggjabúgvarnar um ferðslu, ferðaætlan og flutiningstørv. Í samband við endurnýggjanina av strandferðsluflotanum verður eisini vitjað á øllum hinum oyggjunum, ið Strandferðslan hevur sjó-, land- og loftvegis flutning til.
Tá ið Erla Kongsdóttir er liðug at avloysa á Kalsoyarleiðini fer hon í tríggjar vikur á Nólsoyarleiðina at avloysa Ternuna, ið skal á beding til árliga umvæling og eftirlit.