Ritan er nú aftur farin í sigling, eftir at hava verið til 50 ára klassing síðani 8. desember 2020.
Skipið hevur verið á bedingini hjá Mest í Tórshavn, har talan gjørdist um sera umfatandi umvælingar av elsta skipi í flotanum, ið var bygd í 1971 á skipasmiðju í Monnickendam í Hollandi.
Umvælingin hevur eitt nú fevnt um:
- Stórur partur av stálinum í stýriborðssíðu er skift.
- Fendarar í stýriborðssíðu eru skiftir.
- Akkersspælið er skift.
- Stórur partur av stálinum í rottanganum, kedukassunum og fortangum er skift.
- Hjálpimotorur útskiftur.
- Umvæling av motorakslum, búsningum og tettingarringum.
- Vesir, manningarrúm og kokkhús eru gjørt av nýggjum.
- Partvís umvæling av salónini.
- Dekkskranin, lastalúkur og lastarrúm eru umvæld.
Nú umvælingin er liðug, fer Ritan aftur í sigling millum Hvannasund, Svínoy og Fulgoy, samstundis sum Jósup fer at rigga til komandi siglingina á Mykinesleiðini.
Eftir ætlan, fer Ritan til kravt eftirlit um eitt ár.