Samferðslan um høgtíðina

15.12.2022

Nú jólini og nýggjárið stunda til verða ymsar broytingar á oyggja- og bygdaleiðum. Fyri tær flestu leiðirnar er tað galdandi, at skipini sigla og bussarnir koyra eftir skerdari ferðaætlan halgidagarnar. Harumframt eru aðrar broytingar, eitt nú verður á leið 7 siglt eftir broyttari ferðaætlan Tollaksmessudag og 30. desembur fyri at fáa ferðaætlanina jólaaftan og nýggjársdag at passa. Á leið 90 verður ferðaætlanin broytt jólaaftan og jóladag; síðani 2014 hevur ein túrur verið sigldur á leið 90 jóladag, men í ár verða tveir túrar sigldir - ein morguntúrur og ein seinnapartstúrur.

Broytingar á leið 90

JólaaftanJóladag
Av Havnini kl. 07:45Av Havnini kl. 09:30
Úr Nólsoy kl. 08:15Úr Nólsoy kl. 10:00
Av Havnini kl. 12:30Av Havnini kl. 15:30
Úr Nólsoy kl. 13:00Úr Nólsoy kl. 16:00

Broytingar á leið 7

Tollaksmessudag og 30. desembur
Av Krambatanga kl. 07:00
Av Havnini kl. 13:00
Av Krambatanga kl. 16:00
Av Havnini kl. 20:00

Fyri Bygdaleiðir er  tað galdandi, at allir grønir túrar, t.e. er túrar, ið hava grønt x ferðaætlanini verða ikki koyrdir so longi fólkaskúlarnir eru í jólaferiu, t.e. frá 22. desember til og við 2. januar.

Øll frávik og broytingar annars eru at finna undir ferðaætlanini fyri hvørja einstøku leið.