Hósdagin 21. desember 2023, siglir Teistin seinastu túrarnar um Skopunarfjørð:
Teistin - Hósdagin 21/12/2023 (Max 260 ferðandi) | ||
Úr/Av | ||
Skopun | 06:45 - Vanligur túrur | |
Gamlarætt | 07:25 - Vanligur túrur | |
Skopun | 08:10 - Vanligur túrur | |
Gamlarætt | 09:45 - Vanligur túrur | |
Skopun | 10:30 - Vanligur túrur | |
Gamlarætt | 11:00 - Sertúrur* | (Flutt frá 11:15) |
Skopun | 12:00 - Vanligur túrur | (Flutt frá 12:30) |
Gamlarætt | 12:45 - Sertúrur* | (Flutt frá 13:15) |
Túrarnir av Gomlurætt kl. 11:00 og 12:45 verða sigldir sum sertúrar.
Á hesum túrum skulu øll ferðandi bíleggja pláss frammanundan!
Til ber at bíleggja pláss her:
Vel síðani sertúrar undir:
Vel "Bílegg uttan akfar" um tú ert til gongu.
Gevi gætur!
- Einvegis ferðaseðilin av Gomlurætt til Skopunar kl. 11:00 og 12:45 kostar 40 kr. fyri vaksin og 80 kr. fyri pesónbil.
- Avsláttarkort so sum mánaðarkort, virðiskort ella onnur líknandi kort eru ikki galdandi og geva ikki sjálvvirkandi atgongd til hesar túrar.
- Bert ferðafólk, ið hava bílagt sær pláss frammanundan sleppa við á hesum túrum.
- Minst til at hava talgildan ella prentaðan ferðaseðil við QR - kodu kláran, tá ið farið verður umborð.
- Ferðafólk uttan galdandi ferðaseðil, sleppa ikki umborð.
Eru eingi pláss eftir til sertúrarnar av Gomlurætt kl. 11:00 og 12:45 verður víst til túrarnar fyrr um dagin.
Til hesar túrar er eins og frammanundan ikki neyðugt at bíleggja pláss, um tú ferðast uttan akfar.