Skerda ferðaætlanin verður longd frá 14. til 20. apríl

11.04.2020

Strandfaraskip Landsins hevur, í samsvar við tilráðingina hjá almennu myndugleikunum, avgjørt at leingja skerdu ferðaætlanina hjá Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum.

  • Oyggjaleiðirnar fara framvegis at hava avmarkaða sigling. Ferðafólkatalið verður framvegis avmarkað.
  • Bygdaleiðir koyra framvegis við skerdari ferðaætlan og eftir tilkallingarskipan.

Fá meira kunning um almennu samferðsluna her