Skráset telefonnummar og ger tær eitt loyniorð, fyri at nýta bíleggingarskipanina hjá SSL

01.07.2024

Bíleggingarskipanin hjá Strandferðsluni nýtir 3D Secure gjaldskipan. Tá ið tú nýtir gjaldskort í nethandlum, ið nýta 3D Secure, verður tú biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og at skráseta títt telefonnummar. Hetta er eitt krav frá peningastovnunum, fyri at økja um trygdina, tá keypt verður á netinum.

Tú skal brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt kort. Sama er galdandi, um tú ynskir at broyta títt loyniorð. Tú kanst brúka sama loyniorð til fleiri kort.

Tørvar tær hjálp til at stovna tær loyniorð, kanst tú seta teg í samband við tín peningastovn.