Sølulýsing: Volvo FH540 Globetrotter árgang 2011

10.10.2024

Við hesum verður Volvo FH540 Globetrotter lýstur til sølu í tí standi sum hann er í.

Talan er um ein forvogn Volvo FH540 Globetrotter árgang 2011.

Standur: Hevur koyrt 467.576 km. Krevur ábøtur.

Freist at bjóða er fríggjadagin 18. oktober 2024 á middegi.

Strandferðslan tilskilar sær rættin at taka av nøktandi boði.

Keypari heintar akfarið í Havnini tá avtala um avhending er komin í lag.

Summardekk kunnu fylgja við í keypinum.

Boð uppá akfarið skulu sendast til fyrisiting@ssl.fo

Er ynski um at hyggja/sýna akfarið áðrenn eitt evt. boð, verður hetta avtala við farmastøðina í Havnini tlf: +298 293072

Aðrir spurningar kunnu setast skrivliga á alfred@ssl.fo ella við at ringja á +298 293072