SSL í nærum vanligan rakstur aftur

14.06.2020

Myndugleikarnir hava boðað frá, at Føroyar verða alsamt meira upp aftur latnar frá 15. juni. Við hesum hevur SSL í tráð við almennu kunningina avgjørt, at Bygdaleiðir fara at koyra eftir vanligari ferðaætlan á øllum bussleiðum, og at tað umframt SSL-kort gjaldsskipan eisini verður gjørligt at gjalda við reiðum peningi fyri ferðaseðil umborð á øllum bussum. Tað verður av trygdaráðum tilmælt at ferðast við masku á leið 300 úr floghavnini og víðari á øllum leiðum hjá SSL til ætlanarstøð í Føroyum.

Við oyggjalefiðum verður sóttarhaldsskipan avmarkað, soleiðis at ferðandi, ið koma úr øðrum londum enn Føroyum, Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi, sum myndugleikarnir alment hava kunngjørt, boða okkara manningum frá, so hesi fáa møguleika til at sita burtur frá ferðafólkum, ið ikki eru umfataði av nýggju leiðreglunum fyri ferðandi til Føroya.

Tað verður - enn sum áður - heitt á ferðafólk um at halda 1 meturs frástøðu, hava gott reinføri umframt at ferðast við masku á leið 300 úr floghavnini og við øllum leiðum hjá SSL á víðariferð til ætlanarstøð í Føroyum.