Eftir ætlan skuldi Erla Kongsdóttir koma suður til Tvøroyrar til Mentanarnáttina, ið verður fríggjadagin 26. Mai. Men av tí at Erla má setast inn á øðrum leiðum hendan dagin, fer hetta tíverri ikki at bera til hesuferð. Ístaðin vóna vit, at Erla kann koma suður til okkurt annað høvi eina aðru ferð.
Men Strandfaraskip Landsins verða við til Mentanarnáttina á Tvøroyri, hóast alt. Ístaðin fyri Erlu Kongsdóttir, verður høvuðsskrivstovan á Sjógøtu 5 á Tvøroyri karmur um ein sera spennandi fyrilestur, ið fer at snúgva seg um skipaflotan hjá Strandferðsluni. Tað verður Gunnar Nolsøe, ið vit m.a. kenna fyri áhugaverdu sendirøðina ”Frá fyrsta Smirli til í dag”, ið kemur at hava fyrilesturin.
Í skránni fyri Mentanarnáttina stendur, at høvuðsskrivstovan verður opin frá kl. 12.00-16.00. Hetta verður broytt til at vit heldur hava opið frá kl. 17.00-20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt til ein drekkamunn, og at síggja hvussu vit húsast í gomlu smiðjuni, á Sjógøtu 5 á Tvøroyri.
Sjálvur fyrilesturin við Gunnari Nolsøe, ið ber heitið “Bitar úr føroyskari samferðslusøgu”, byrjar kl. 19.00, og eru øll eisini hjartaliga vælkomin á gátt til tað.