Strandferðslan betrar bíleggingarskipanina á Smyrli

20.12.2024

Tvær betringar verða nú gjørdar í bíleggingarskipanini fyri akfør á Smyrli. Møtitíðin
verður stytt niður í 15 minuttir, og møguleiki verður at bíleggja sær ein
bíðistøðuferðaseðil.

Niels Juel Arge, stjóri: - Vit hava nýliga gjørt eina spurnarkanning umborð á Smyrli, og
tey flestu ynsktu sær ikki óvæntað styttri møtitíð á keiini. Fleiri ynsktu sær eisini eina
smidligari skipan í mun til bíðistøðubílegging.

- Eisini tykjast ferðafólkini vera glað fyri bíleggingarskipanina, og tað er gott, tí hon er
komin fyri at vera. Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika, at alt keyp av ferðaseðlum til
akfør og ferðandi á øllum ferjum er avgreitt, áðrenn komið verður umborð.

Bíðistøðuferðaseðil
Við nýggja bíðistøðuferðaseðlinum ber til at bíleggja sær ferðaseðil til akfarið við
førara uttan at binda seg til ein ávísan túr. Hóast ein ikki tá tryggjar sær plássið, kann
tænastan verða hent fyri tey, ið ikki eru vís í at náa ein ávísan túr til ætlaðu tíðina.

Eitt dømi kann vera ferðafólk úr Suðuroynni, ið ger ørindir norðanfyri, og tað dregur út
við tíðini. Um viðkomandi ikki klárar suður ætlaða túrin, ber nú til at flyta
bíðistøðuferðaseðilin til næsta ella ein annan túr.

Keypspeningurin verður bara trektur fyri túrin, ein ferðast við. Tá slepst undan at rinda
fyri túr, ið ein møguliga ikki náddi. Prísurin fyri bíðistøðuferðaseðilin er 104 krónur við
og 123 krónur uttan brúkara, og bíleggjast kann fram til 15 minuttir áðrenn fráferð.

Styttri møtitíð
Tá bíleggingarskipanin byrjaði í summar, varð møtitíðin sett til 25 minuttir fyri at fáa
eina góða byrjan. Nú verður møtitíðin stytt við 10 minuttum og verður frameftir 15
minuttir.

Regin Toftegaard, verkætlanarleiðari: - Vit mæla tó øllum at møta í góðari tíð til túrar
úr Tórshavn fríggjadagar og av Krambatanga sunnudagar. Eisini mæla vit teimum,
sum í dag ferðast upp á kjans, til at bíleggja og keypa ferðaseðilin á alnótini. Tað ger
umsiting av dekksplássi høgligari, eisini í mun til farm og aðra planlegging annars.

Broytingarnar eru í gildi frá í dag av, fríggjadagin 20. desember.