Strandferðslan bíðar eftir endaligum leigusáttmála av Herjólfi III

30.05.2022

Strandferðslan bíðar framvegis eftir einum endaligum leigusáttmála frá Vegagerðini í Íslandi, so Herjólfur III kann fara undir farma - og ferðafólkasigling millum Suðuroynna og miðstaðarøkið.

Herljófur III kom seint seinnapartin inn á Skála og bíðar nú eftir at sleppa inn á dokkina á Skála til 30 ára klassing. Tað er eigarin, Vegagerðin í Íslandi, ið hevur gjørt avtalu við Mest um at standa fyri 30 ára eftirlitinum. 
Strandferðslan hevur í longri tíð verið í samráðingum við íslendingar um leigu av Herjólfi og í seinastu viku undirskrivaði okkara virkandi stjóri, Jóhan Petur Abrahamsen, undir leigusáttmálan, sum fyribils er galdandi til út á heystið 2023.

Eftir ætlan skuldi ein undirskrivaður sáttmáli koma úr Íslandi seinnapartin mánadagin. Hetta er tó fyribils útsett og so leingi sum Strandferðslan ikki hevur fingið endaliga sáttmálan, ger Strandferðslan fyribils onga viðmerking til sáttmálan ella onnur viðurskifti í hesum sambandi.