Arbeiðarafeløgini, ið eru í verkfalli, hava játtað Strandferðsluni undantaksloyvi at avgreiða siglingina við ferðafólkum sum vant. Strandferðslan fær ítøkiliga undantaksloyvi til at loysa og binda skipini, hava vaktarhald um náttina, vaska umborð og bunkra olju.
Við støði í undantaksloyvunum fer Strandferðslan tí at røkja siglingina á oyggjaleiðunum eftir vanligu ferðaætlanunum. Farmaflutningur við ferjunum er tó fyribils umfataður av verkfallinum, og farmastøðirnar hjá Strandferðsluni avgreiða tí ikki farm.
Sambært arbeiðarafeløgunum er koyringin hjá Bygdaleiðum, sum í mong ár hevur verið útveitt til privatar busseigarar, umfatað av verkfallinum. Strandferðslan hevur, grundað á sáttmálarnar við busseigararnar, heitt á hesar um at siga frá, hvørjar farleiðir møguliga ikki koyra orsakað av verkfallinum, og hvørjar møguliga koyra. Nærri boð um hetta verða givin á www.ssl.fo.