Strandferðslan og Sands kommuna gjørt sáttmála um pláss til Sildberan

11.11.2024

Í fyrru viku varð nýggjur sáttmáli gjørdur millum Sands kommunu og Strandfaraskip Landsins um legupláss til Sildberan á Sandi.

Talan er um sáttmála um legupláss til Sildberan og eitt øki á bryggjuni, har hann liggur, umframt eitt økið, har skúrar hjá Strandferðsluni standa.

Sáttmálin fevnir eisini um parkering á nýggja parkeringsøkinum, sum Sands kommuna hevur gjørt beint oman fyri havnarlagið. Hetta er nakað, ið er komið afturat í nýggja sáttmálanum.

Sambært Sands kommunu hevur ongin sáttmáli hevur verið í gildi tey seinastu 7 árini, hóast fleiri royndir eru gjørdar áður, at fáa ein sáttmála í lag. í fyrru viku varð so umsíðir nýggjur sáttmáli undirskrivaður.

Strandferðslan fegnast um gott samstarv við Sands kommunu.