Strandferðslan útsetir at skifta hjálpimotorar á Smyrli til komandi ár

07.08.2023

Eftir at tríggir av fýra hjálpimotorum eru blivnir høvuðsumvældir, er støðan nú tann, at tað ber til at útseta ísetingina av teimum báðum nýggju hjálpimotorunum til komandi ár.

”Tað gleðir okkum tí at kunna boða frá, at Smyril fer at sigla sum vanligt í heyst”, sigur Niels Juel Arge, stjóri.

Fyri einum ári síðani varð mett, at tað kundi gerast neyðugt við tveimum nýggjum hjálpimotorum skjótast gjørligt. Framleiðslu- og latingartíðin er umleið eitt ár, og tí bílegði Strandferðslan tá tveir nýggjar motorar frá finsku verksmiðjuni Wärtsilä.

Nýggju hjálpimotorarnir koma til landið fyrsta dagin og verða settir á goymslu, inntil teir eftir ætlan komandi ár verða tiknir fram aftur at seta í Smyril.

Smyril hevur íalt fýra hjálpimotorar, eisini nevndir ljósmotorar, sum framleiða ravmagn til ymiska orkunýtslu umborð á skipinum og til bóvskrúvurnar, tvs síðurskrúvurnar har frammi.

Strandfaraskip Landsins