Summarferðaætlan fyri Mykinesleiðina

21.02.2025

Summarferðaætlanin 2025 fyri leið 36 er nú tøk. Eins og í 2024 verða 3 dupulttúrar hvønn dag frá 1. mai til og við 31. august. Fráferðirnar á øllum túrum eru fluttar 15 minuttir, eitt nú fyri at betra um sambandið við koyringina hjá bygdaleiðum.

Fyribils ber einans til at bíleggja sær pláss í bíleggingarskipanini fram til 30. apríl 2025. Kunnað verður seinni, nær bíleggingarskipanin letur upp fyri tíðarskeiðið eftir 1. mai.