Tummas Frank Joensen hevur fingið handað Dronningens Fortjensmedalje i Sølv fyri trúgva tænastu.
Hetta varð hátíðarhildið heima hjá Tummas Frank í Skúvoy mikudagin 17. mars. Væl eydnaða tiltakið varð hildið saman við familju, vinum og starvsfeløgunum.
Tummas Frank hevur siglt sum dekkari hjá Strandferðsluni við 8 ymsum skipum á ymsum farleiðum, og traðkaði hann í land fyri síðstu ferð av Teistanum í mars í fjør.
Tummas Frank fekk hesa gávu handaða, har øll 8 skipini hann hevur siglt við, eru avmyndaði: