Taxa tilkalliloysn til leið 58

23.04.2021

Í samstarvi við Klaksvíkar kommunu og Fugloyar kommunu hevur SSL gjørt avtalu um taxa tilkalliloysn úr Hvannasundi til Klaksvíkar, tá ið eingin bussur er tøkur frá leið 58. Loysnin byrjar av virka 26. apríl 2021.

Taxa tilkalliloysnin úr Hvannasundi til Klaksvíkar er bara galdandi, um so er, at ongin bussur sambindur leið 58 við Klaksvík, og gevur henda loysnin tá møguleika at ringja til Kvikk TAXA á telefon 595555.

Ferðandi við tilknýti til Fugloy og Svínoy kunnu fáa borgarakort, sum verður framleitt og umsiti av Klaksvíkar kommunu og Fugloyar kommunu. Fyri ferðandi við borgarakortið er kostnaðurin 50 kr. við Kvikk TAXA úr Hvannasundi til Klaksvíkar. Onnur ferðandi, ið brúka taxa tilkalliloysnina, rinda fullan prís fyri taxa koyring úr Hvannasundi til Klaksvíkar. Gjaldið verður avroknað á staðnum við taxaførara.