Ternan á beding 19. apríl

04.04.2022

Týsdagin 19. apríl fer Ternan á beding, og mett verður at Ternan verður á beding í umleið tríggjar vikur.

Erla Kongsdóttir verður sett í sigling á leið 90 og siglt verður smbr. ferðaætlan fyri leið 90 (Ferðaætlanin hjá Erlu Kongsdóttir og Ternuni er tann sama). Týsmorgunin 19. apríl siglur Ternan fyrstu túrarnir av Havnini kl. 06:45 og kl. 07:45 og úr Nólsoy kl. 07:15 og kl. 08:15, og síðani tekur Erla Kongsdóttir yvir og verður fyrsta fráferðin av Havnini kl. 12:30.

Bilpláss umborð á Erlu Kongsdóttir skulu bíleggjast á tlf. 293150 seinast 30 minuttir fyri fráferð.

Farmur og farmasigling á leið 90

Sam ger farmatúr á leið 90, og verður farmatúrur gjørdur hósdagar. Sam siglur av Havnini hósdagar kl. 11:00 og úr Nólsoy kl. 12:00. Fyritøkur, ið skulu hava størri akfør flutt við Sam verða biðin um at seta seg í samband við Samferðsludeildina hjá Strandfaraskipum Landsins.

Matvøra og annað stykkjagóðs verður flutt við Erlu Kongsdóttir. Móttøka av farmi og stykkjagóðsi er í Pakkhúsinum í Havnini.