Tillaging í ferðafólkatølunum umborð á skipunum hjá SSL

17.03.2020

Eftir at heilsumyndugleikarnar hava tikið undir við tilmælinum hjá Epidemikommisjónini, hevur SSL í hesum sambandi gjørt niðanfyristandandi tillagingar í ferðafólkatølunum umborð á skipunum hjá SSL:

>

Smyril:100 ferðafólk inni í salongunum, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling (einans er loyvt at verða í bilinum í serligum støðum, har tað er mett neyðugt fyri at verja manning og ferðafólki ímóti smittuvanda)
Teistin:80 ferðafólk
Ternan:50 ferðafólk
Sam:45 ferðafólk
Ritan35 ferðafólk
Sildberin:10 ferðafólk
Spógvin:4 ferðafólk

Tað verður rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.