Tillagingar á leiðunum 400, 440 og 450

22.12.2020

Broytingar í ferðaætlanini galdandi frá 23. desember

Eftir drúgt samskifti, fundir og samráðingar á ymiskum støði umframt royndarkoyringar síðan Eysturoyartunnilin opnaði, er tað eydnast at tillaga og gera ferðaætlanina meira skynsama. Til dømis hevur ein týðandi avbjóðing verið at fáa dupult tunnilsgjald burtur fyri ferðandi úr Klaksvík - Runavík - Havn, har leið 400 varð ætlað at fara upp á Strondum. Nú rokkið er á mál hesum viðvíkjandi og farast kann upp á Strondum við leið 400, gjørdist møguligt at umskipa fleiri ferðaætlanartímar, og ein betri loysn fyri pendlarar, til og frá arbeiðis vanligar arbeiðstíðir til og frá Sundalagnum, vestara armi á Skálafjørðinum og Tórshavn, kann setast í verk galdandi frá 23. desember.

Frá 23. desember eru umfatandi tillagingar gjørdar á leið 450400 og 440. Tað eru serliga tíðirnar til og frá arbeiðis, ið eru tillagaðar. Leið 400 og 440 møtast á Strondum við Effo støðina, har ferðandi kunnu skifta buss. Leið 450 koyrir ígjøgnum Skála eftir Skálavegnum og steðgar við steðgiplássið við Gerðisgøtu.

Fyriliggjandi ferðaætlan er til eina og hvørja tíð ein støðumynd, ið krevur støðugar tillagingar til broytilig ferðslumynstur, tørv og fígging.

Lesið eisini her

Strandfaraskip Landsins vil nýta høvið at ynskja øllum gleðilig jól við vón um, at øll fáa eitt eydnuberandi 2021.