Hjartaliga takka vit manning á Teistanum og øllum sum vóru við umborð á Teistanum at hátíðarhalda 40 ára starvsdagin saman við Tummas Frank.
Upprunaætlanin var at halda eitt stórt hátíðarhald við einum túri við nýggju tríkiljuni hjá Strandferðsluni, men korona broytti hesa ætlan. Hetta leiddi okkum til at royna nakað heilt nýtt, tað bleiv ein stuttfilmur um Tummas Frank, har hann greiðir frá sínum arbeiði umborð á Teistanum, um upplivingar o.a. hjá Strandferðsluni. Umframt tíðina hjá Strandferðsluni, so hittast Tummas Frank og Ansgar í filminum, har teir hugleiða um gomul minnir.
Við hesum stuttfilmi vil Strandferðslan heiðra Tummas Frank, sum hevur 40 ára starvsdag og Ansgar Lenvig, sum hevur verið í starvi hjá Strandferðsluni í 71 ár.
Vit takka teimum báðum fyri gott arbeiðslag, og fyri hugin at vera við í hesum stuttfilmi.
Og til síðst takka vit eisini Tummas Frank fyri trúgva tænastu, nú hann fer úr starvi 1. august.
Sí filmin her