Tvær dokkingar eftir í ár

14.10.2022

Í næstum skulu ferjurnar Ritan,ið siglur á leið 58, og Sildberin, ið siglur á leið 66, á beding. Hetta verða samstundis tær síðstu dokkingarnar hjá Strandferðsluni fyri í ár.

Eftir ætlan fer Ritan á beding 31. oktober og fer arbeiðið at taka góða tvær vikur. Og síðani fer Sildberin á beding og væntandi tekur tað arbeiðið áleið eina viku.

Avloysaraskip fyri Rituna og Sildberan verður Jósup, ið vanliga røkir siglingina til Mykinesar. Ætlanin er, at ferðaætlanin á leiðunum 58 og 66 verður óbroytt, við undantak fyri, at onkur túrur afturat, skal tilkallast.

Verður tørvur á serflutningi viðv. farmi, skulu fólk venda sær til avgreiðslu á útoyggj ella til nærmastu farmastøð.