Dátuverndarkunning

Soleiðis viðgera vit tínar persónsupplýsingar 

juni 2023

Í Strandfaraskipum Landsins (SSL) viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur og avtalur um tænastur og veitingar. Í hesum sambandi savna og viðgera vit upplýsingar um teg. 

Í hesi dátuverndarkunning fært tú kunning um, hvussu vit viðger persónsupplýsingar í okkara arbeiði sum almennur myndugleiki og um tíni rættindi í hesum sambandi. Hetta er galdandi hvørt tú ert borgari, veitari ella starvsfólk hjá SSL. 

Í dátuverndarkunningini koma vit nærri inn á:

  • Dátuábyrgd og dátuverndarfólk 
  • Endamálið við okkara viðgerð 
  • Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini 
  • Hvar SSL fær upplýsingar frá 
  • Hvørjum SSL letur persónsupplýsingar 
  • Varðveitslu av persónsupplýsingum 
  • SSL á sosialum miðlum
  • Tíni rættindi 

SSL er dátuábyrgdari

SSL er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum skulu stílast til SSL.

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5, Postsmoga 30

810 Tvøroyri

Tlf.: 34 30 00

Teldupostur: ssl@ssl.fo

Samband við okkara dátuverndarfólk (DPO)

SSL hevur valt at seta eitt uttanhýsis dátuverndarfólk. Dátuverndarfólkið veitir okkum hjálp við at tryggja dátuverndina í SSL. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi tínum rættindum í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við dátuverndarfólkið:

Dátuverndarfólk Kári Davidsen, adv. 

Faroe Law

Magnus Heinasonar gøta 10 

100 Tórshavn 

Tlf. +298 22 12 78

Teldupost: dpo@ssl.fo

Um tú sendir dátuverndarfólkinum teldupost, eigur telduposturin ikki at innihalda trúnaðar- ella viðkvæmar upplýsingar, uttan so at telduposturin er bronglaður.

Endamálið við viðgerð av persónsupplýsingum

SSL er ein almennur stovnur, sum hevur til endamál at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Sum almennur myndugleiki hevur SSL uppgávur, sum hava við sær, at persónsupplýsingar verða viðgjørdar.

Fyri at loysa omanfyrinevndu uppgávur er neyðugt hjá SSL at viðgera persónsupplýsingar. Umframt omanfyrinevndu uppgávur viðger SSL eisini ávísar persónsupplýsingar í sambandi við umsiting av stovninum, starvsfólkum, fakskipanum, bíleggingarskipan og heimasíðuni og fyri at fáa hagtøl um nýtslu til vega.

Hvørjum persónsupplýsingum hava vit tørv á? 

Vit viðgera persónsupplýsingar fyri at kunna loysa tær uppgávur og veita tær tænastur, ið SSL sambært galdandi lógum skal loysa og veita. Júst hvørjar upplýsingar vit viðgera, valdast endamálið við viðgerðini.  

Persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, tá ið tað er neyðugt fyri, at SSL kann útinna sínar uppgávur. Persónsupplýsingar um teg eru eitt nú partur av okkara málsviðgerð, tá ið tú bíleggur pláss umvegis bíleggingarskipanina, tá ið tú bíleggur virðis-, skúla-, ella mánaðarkort, tá ið tú søkir starv hjá okkum o.s.fr. Harafturat verða upplýsingarnar viðgjørdar fyri at fáa málsviðgerðina skynsama og skjóta. Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri almennar myndugleikar, og tískil skal SSL eisini fylgja hesum reglum. SSL skrásetur allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.

SSL viðger vanligar persónsupplýsingar sum bústað, IP-adressu, ferðaupplýsingar, føðingardag, gjaldsupplýsingar, navn, nummarplátu, telefonnummar og teldupostadressu.

Tú hevur altíð rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg.  

Heimild 

SSL viðger persónsupplýsingar sambært ásetingunum í eitt nú Dátuverndarlógini (DVL) og løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.

Hvør okkara viðgerðarheimild er, veldst um hvørjar upplýsingar vit viðgera og hvat endamálið við viðgerðini er. Vit kunnu einans viðgera upplýsingar, sum eru neyðugar til endamálið við viðgerðini.  

Okkara viðgerðarheimild eftir dátuverndarlógini (“DVL”) er í høvuðsheitum: 

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 2, fyri at halda eina avtalu og nr. 5, fyri at útinna myndugleikauppgávur (vanligar upplýsingar) 

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at taka títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar.

Hvussu fær SSL persónsupplýsingar

SSL savnar tínar upplýsingar á ymiskan hátt. Í flestu førum fáa vit upplýsingarnar beinleiðis frá tær. 

Vit kunnu eisini fáa upplýsingar frá eitt nú: 

  • myndugleikum, stovnum og fyritøkum,
  • frá øðrum borgarum

Tú hevur rætt til at verða kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit skráseta um teg.  

Hvørjum letur SSL persónsupplýsingar? 

Í ávísum førum letur SSL persónsupplýsingar víðari, men sjálvandi einans tá ið heimild er fyri tí.

Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini á SSL, og í teimum einstøku førum at veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.

Í útgangsstøðinum verða persónsupplýsingar ikki fluttar til lond uttan fyri ES/EBS. Um upplýsingar verða fluttar til lond uttanfyri ES/EBS, tryggja vit okkum, at verndarstøðið er nøktandi ella at fullgóð trygd er fyri, at rættindi og virkin rættarstig eru tøk fyri skrásetta. 

Vit kunnu lata persónsupplýsingar víðari til myndugleikar, fyritøkur, ráðgevar og aðrar persónar, sum vit skulu samskifta við í sambandi við okkara málsviðgerð. Í ávísum førum lata vit persónsupplýsingar víðari um teg sbrt. løgtingslóg um alment innlit ella eftir fyrisitingarlógini. 

SSL letur einans persónsupplýsingar víðari, um móttakarin av upplýsingunum hevur veitt prógv fyri, at viðkomandi hevur heimild til at viðgera upplýsingarnar eftir Dátuverndarlógini.  

Triðipartur, sum fær útflýggjað persónsupplýsingar um teg, hevur skyldu til at kunna teg um, at viðkomandi viðgerð persónsupplýsingar um teg. 

Varðveitsla og striking 

Vit strika tínar upplýsingar, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tínar upplýsingar verða sum oftast goymdar líka leingi sum sjálvt málið, ið upplýsingarnar eru partur av. Hetta er í flestu førum fimm ár, frá tí at málið er liðugt viðgjørt. 

SSL hevur skyldu til at varðveita upplýsingar í málum, fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Hetta er krav sambært fyrisitingarlóggávu, skjalasavnslóggávu o.a. 

Á summum økjum kann styttri ella longri strikingarfreist vera ásett í lóg.  

SSL á sosialum miðlum

SSL er á Facebook og Instagram. Facebook og Instagram hava sín egna privatlívspolitikk. Tað er fyritøkan META, ið eigur og rekur bæði Facebook og Instagram. Tí hava báðir miðlar sama privatlívs- og farspor politikk. Vit mæla til, at tú lesur privatlívspolitikkin hjá META, áðrenn tú brúkar síðuna hjá SSL á Facebook ella á Instagram. 

SSL skal gera vart við, at tá ið tú brúkar síðuna hjá SSL á Facebook ella á Instagram, savna Facebook og Instagram inn upplýsingar um teg við at brúka farspor. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og at Facebook og Instagram brúka hesar upplýsingar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja.

Tú kanst lesa dátuverndarkunningina hjá META  her og politikkin hjá META um brúk av farsporum her og her.

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini, kap. 4, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við SSL.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar SSL hevur um teg.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.

Rætturin til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villeiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um  teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur SSL rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar, kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til mótmæli

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til at móttaka ella fáa upplýsingar fluttar 

Tú hevur í ávísum føri rætt til at fáa persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði. Um tað er tøkniliga gjørligt, hevur tú eisini rætt til at persónsupplýsingar um teg, verða fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.

Rætturin til at klaga

Um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið.

Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo