Fráboðanir til SSL
Allar fráboðanir til Strandferðsluna, verða viðgjørdar í trúnaði.
Klagur
Ynskir tú at senda eina klagu um ítøkiliga hending ella viðurskifti á Oyggja- ella bygdaleiðum, kanst tú gera tað við at útfylla teigarnar niðanfyri, ella senda ein teldupost til ssl@ssl.fo.
Tað er umráðandi at tú í klaguni:
- Lýsir hvar og nær hendingin fór fram. Dømi: Leið 400 í Hósvík, týsdagin 3. oktober 2023, klokkan umleið 16.
- Lýsir so greitt sum til ber hvat fór fram.
- Um til ber, vísir til starvsfólk hjá SSL, ið vóru partar av hendingini ella vóru vitni til hendingina.
Klagur við ósømiligum ella niðrandi orðingum vera ikki svaraðar.
Skaðafráboðan
Tað er ábyrgdin hjá tí ferðandi at vera ansin umborð og taka neyðug fyrilit, so skaði ikki kemur á eitt nú klæðir, akfar ella aðrar ognir hjá viðkomandi.
Áðrenn tú sendur fráboðan um skaða, har biðið verður um endurgjald frá Strandferðsluni, skalt tú fyrst kunna teg um treytir fyri skaðafráboðanir á oyggja- og bygdaleiðum á hesari síðu,
Umbøn um alment innlit
Snýr fyrispurningurin seg um alment innlit, verður heitt á teg at kunna teg væl um Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina, áðrenn fyrispurningurin verður sendur.
Soleðis gert tú
Tú kanst senda fráboðanir ella fyrispurningar við at fylla teigarnar út niðanfyri. Um tú ynskir at viðhefta skjøl ella annað tilfar, ber til at senda teldupost til ssl@ssl.fo.
Fyrispurningar og klagur, ið vera sendar beinleiðis til starvfólk ella á annan hátt enn nevnt omanfyri, kunnu ikki vænta at fáa eitt svar innanfyri nevndu ásetingar.
Innkomnir fyrispurningar ella boð vera viðgjørd skjótast til ber, og váttan fyri endaliga móttøku send til upplýstu teldupostadressuna. Vinaliga tryggja tær tí, at teldupostadressan er røtt.