Lógargrundarlag
Løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 15. mai 2014
Allýsingar
- 1. Í hesi lóg er:
Vinnuligur flutningur at skilja sum reglubundin flutningur móti gjaldi við akfari ella skipi, og sum er ætlaður almenninginum.
Fólkaflutningur at skilja sum vinnuligur flutningur av ferðafólki.
Farmaflutningur at skilja sum vinnuligur flutningur av farmi.
Farmur at skilja sum vanligir pakkar, ið viga meira enn 20 kg, umframt vørur, lutir, kassar o.t., ið ikki kunnu sendast sum postur.
Sjóvegis flutningur at skilja sum vinnuligur flutningur við skipi ella báti millum tvær ella fleiri føroyskar havnir ella lendingar.
Landvegis flutningur at skilja sum vinnuligur flutningur við akfari á landi.
Útbjóðing at skilja sum innheinting av tilboðum uppá rakstur av flutningi á farleiðum.
Flutningsskylda
- 2. Landið hevur skyldu til at skipa fyri:
- nøktandi sjóvegis fólkaflutningi, farmaflutningi og/ella flutningi av akførum, og
- nøktandi landvegis fólkaflutningi, á teimum farleiðum, har tað hevur stóran samfelagsligan týdning, at skipað verður fyri slíkum flutningi.
Stk. 2. Flutningsskyldan fevnir um sjóvegis farleiðirnar rnillum: Tvøroyri - Tórshavn, Skúvoy - Sand, Skopun - Gamlarætt, Skopun - Hest, Hest - Gamlarætt, Nólsoy - Tórshavn, Sørvág - Mykines, Klaksvík - Kalsoy, Hvannasund - Fugloy, Hvannasund - Svínoy, umframt tær sjóvegis og landvegis farleiðir, ið landsstýrismaðurin í kunngerð ásetir flutningsskyldu fyri.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann seta reglur um, at farmur skal lúka ávís krøv til stødd, vekt, innhald og innpakking.
Loyvisviðurskifti
- 3. Til at skipa fyri flutningi ið ikki er fevndur av flutningsskyldu krevst loyvi frá landsstýrismanninum, ella øðrum myndugleika, sum landsstýrismaðurin heimilar til tess. Kravið um loyvi er tó ikki galdandi, um landið sjálvt skipar fyri flutninginum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann veita loyvi, um umsøkjari er fíggjarliga og yrkisliga førur fyri at skipa fyri nøktandi fólkaflutningi á teimum farleiðum, ið søkt verður um loyvi til, og gevur seg undir tær treytir, ið landsstýrismaðurin ásetir sbrt. stk. 3.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann seta treytir, ið umsøkjari skal geva seg undir, áðrenn loyvi verður veitt, herundir treytir um:
- Góðkenning av almennum viðskiftatreytum.
- Tænastu- og dygdarstig. Herundir eisini um samskipaða ferðaætlan.
- Samstarv við aðrar vinnurekandi á økinum til tess at tryggja almenninginum besta flutningin.
- Hámarksgjøld fyri flutning.
- Skyldu at uppihalda flutningi, ið er týðandi fyri samfelagið, hóast óvanligar umstøður.
- At umsøkjari, sum treyt fyri at fáa loyvi til ávísa farleið, bindur seg til at skipa fyri nærri tilskilaðum flutningi á aðrari farleið.
- At umsøkjari, sum treyt fyri at fáa loyvi til ávísa farleið, skal gjalda eitt javningargjald, til tess at tryggja góðan flutning um alt landið.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann taka loyvið aftur, um loyvishavarin ikki heldur loyvistreytimar.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann seta nærri reglur um mannagongd í sambandi við loyvisveitingar.
Stk. 6. Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta í kunngerð, at tað í einari skiftisskipan uppá ikki meira enn 6 mánaðar frá tí degi, at kunngerðin kemur í gildi, kann víkjast frá kravinum um loyvi eftir § 3, stk. 1.
Rakstur á farleiðum
- 4. Raksturin av flutningi, ið kemur undir § 2, kann bara verða skipaður antin soleiðis, at landið sjálvt rekur flutningin, ella at landsstýrismaðurin bjóðar raksturin út fyri í mesta lagi 5 ár í senn. Landsstýrismaðurin hevur heimild til at avtala gjald fyri rakstur, ið verður boðin út.
“Stk. 2. Sjóvegis farleiðirnar millum: Tvøroyri-Tórshavn, Skúvoy-Sand, Skopun-Gomlurætt, Skopun-Hest, Hest-Gomlurætt, Nólsoy-Tórshavn, Klaksvík-Kallsoy, Hvannasund-Fugloy, Hvannasund-Svínoy, kunnu, treytað av, at tað er til fyrimuns fyri farleiðirnar fíggjarliga og tænastuliga, herundir, at túratalið ikki lækkar, og miðal ferðaseðlaprísurin ikki hækkar, bjóðast út.”
Stk. 3. Undir óvanligum umstøðum kann fyribilsavtala verða gjørd við einstakling ella felag um at reka flutning, uttan at raksturin hevur verið bjóðaður út frammanundan, til tess at tryggja, at flutningsskylda landsins verður hildin. Raksturin skal tó skjótast møguligt, og í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at fyribilsavtalan varð gjørd um raksturin, verða boðin út.
Útbjóðingarreglur
- 5. Tá útbjóðing verður framd sambært hesari lóg, eru reglurnar í løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. galdandi.
Stk. 2. Útbjóðingartilfarið skal í minsta lagi lýsa:
- Tíðarskeið
- Farleið
- Tænastustig
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um útbjóðing av rakstri av flutningi á farleiðum.
Tyrluflúgving
- 6. Landsstýrismaðurin kann gera avtalur um gjald fyri innanoyggja tyrluflúgving.
Revsireglur
- 7. Brot á § 3, stk. 1, verður revsað við bót.
Stk 2. Í kunngerð, sum er gjørd við heimild í hesari lóg, kann verða ásett, at brot á ásetingar í kunngerðini verður revsað við bót.
Gildiskoma
- 8. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 51. frá 1. juni 1977 um fólka- og farmaflutning, við seinni broytingum.
Stk. 2. Loyvi til fólka- og/ella farmaflutning, ið er veitt eftir tí í stk. 1 nevndu lóg, verður verandi í gildi sbrt. ásetingunum í loyvinum.
Tórshavn, 15. mai 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður