Reglugerð

I. Bygnaður

§ 1. Strandfaraskip Landsins er landsfyritøka undir Føroya landsstýri.

Stk. 2. Landsstýrið ásetur tær reglur, sum til eina og hvørja tíð skulu galda fyri virksemið i fyritøkuni.

Il. Uppgavur

§ 2. Fyritøkan hevur til uppgávu at lúka landsins tørv á innanlands fólka-og farmaflutningi.

§ 3. Fyritøkan skal í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði.

III. Leiðsla

§ 4. Landsstýrið setur stjóran, ið hevur dagligu fíggjarligu-og fyrisitingarligu ábyrgdina av allari fyritøkuni og eisini ábyrgd av øllum virksemi i fyritøkuni mótvegis landsstýrinum.

Stk. 2. Stjórin setur og loysir úr starvi øll starvsfólk i fyritøkuni sambært galdandi reglum.

Stk. 3. Stjórin hevur ábyrgdina av, at virksemið i fyritøkuni verður stjórnað samsvarandi hesum reglum og annars í samsvari við reglurnar í fyritøkuni og lóggávuni annars.

Stk. 4. Fyritøkan verður bundin við undirskrift stjórans. Stjórin kann geva ávísum starvsfólkum prokura.

IV. Roknskaparverk

§ 5. Landsfyritøkan er frá 1. januar 2014 vorðin partur av Búskaparskipan Landsins. Roknskapurin verður grannskoðaður av Landsgrannskoðanini ella av løggildum grannskoðara sambært ásetingum fyri almennar roknskapir. Áðrenn roknskapurin verður endaliga góðkendur, verður hann lagdur fyri landsstýrismannin til viðmerkingar.

V. Gildiskoma

§ 6. Henda reglugerð kemur í gildi 1. august 2015.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi landsstýrisins reglugerð um Strandfaraskip Landsins frá 1. januar 1997.

Tórshavn, tann 30. juli 2015

Jóhan Dahl, landsstýrismaður

Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri