Mánaðarkort

Hvat er eitt Mánaðarkort?

Um tú ferðast regluliga á somu farleið hjá Bygdaleiðum, t.d. til og frá arbeiði hvønn gerandisdag í mánaðinum, er Mánaðarkortið rætta loysnin til tín. Kortið er galdandi í 30 dagar eftir fyrstu nýtslu, og tað kann síðani endurnýggjast. Navn og føðingardagur verður prentað á kortið, sum er persónligt.

Ferðast tú tó ikki regluliga ella ferðast tú á ymsum farleiðum, er Virðiskortið helst betur hóskandi fyri teg.

Fært tú lestrarstuðul frá Studna og hevur tørv á at ferðast við Bygda- ella Oyggjaleiðum hjá SSL í og úr skúla, hevur tú møguliga rætt til Skúlakort.

Hvar kann eg keypa Mánaðarkort?

Mánaðarkortið skal keypast fyrstu ferð á Farstøðini í Tórshavn ella á Høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, har navn og føðingardagur verður prentað á kortið. Kortið sjálvt kostar 50kr.

Hvussu endurnýggi eg mánaðarkortið?

Mánaðarkortið kann endurnýggjast í bussunum umframt á Farstøðini í Tórshavn og á Høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Hvussu leingi er Mánaðarkortið galdandi?

Mánaðarkortið er galdandi í 30 samanhangandi dagar eftir fyrstu nýtslu, og tað kann síðani endurnýggjast. Til ber eisini at endurnýggja tað innan teir 30 dagarnar eru farnar, og nýggi mánaðin vil tá liggja inni á kortinum inntil hann verður virkin. Tað ber til at leggja seks mánaðar inn á kortið at gangin.

Eg havi mist mítt Mánaðarkort burtur, og eg hevði ein ásettan mánaða á kortinum. Kann eg fáa tað flutt yvir á eitt nýtt Mánaðarkort?

Ásett mánaðarkort verða ikki endurgoldin, um kortið verður burturmist. Tó kunnu óásett tíðarskeið flytast á nýtt kort, sum kostar 50 kr.

Hvussu nógv fái eg í avsláttri við Mánaðarkorti?

Mánaðarkortið kostar áleið tað sama sum 10 einvegis ferðaseðlar á bygdaleiðum, so um tú ferðast oftari enn tað um mánaðin, kann tað loysa seg at hava mánaðarkort.

Ber tað til at hava virði inni á Mánaðarkortinum?

Ja, tað ber til at hava bæði virði og mánaðar inni á sama korti. Tá ferðaseðil verður keyptur er tó umráðandi at boða frá, um gjaldast skal av virðinum ella um nýggjur mánaði skal virkjast.