Virðiskort

Hvat er eitt Virðiskort?
Virðiskortið er til tín, ið ferðast ofta á ymsum bussleiðum, ella bert av og á somu ella á ymsum farleiðum, men tó ikki regluliga. Tú fyllir pening á Virðiskortið, og so ferðast tú til upphæddin er uppi.
Ferðast tú tó regluliga á somu bussleið, er Mánaðarkortið helst betur hóskandi fyri teg.
Hvar kann eg keypa Virðiskort?
- Virðiskort uttan skrásett navn kann keypast á farstøðini í Tórshavn ella á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.
- Virðiskort við skrásettum navni kann keypast á Farstøðini í Tórshavn ella á Høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, har navn kann prentast á kortið. Um navn er prentað á kortið, ella um kundin minnist kortnummarið, ber til at flyta innihaldið yvir á nýtt kort, um kortið verður burturmist. Nýtt kort kostar 50 kr.
Hvat kostar eitt Virðiskort?
Kortið sjálvt kostar 50kr.
Hvussu nógv kann eg fylla á Virðiskortið?
Tað ber til at fylla millum 250kr. og 3.000kr. inn á kortið.
Hvussu nógv fái eg í avsláttri við Virðiskorti?
Virðiskortið gevur 15% í avsláttri.
Hvussu fylli eg á Virðiskortið?
Nýtt virði kann fyllast á kortið bæði í bussum og á skipum umframt á Farstøðini í Tórshavn.
Eg havi mist mítt Virðiskort burtur, og eg hevði pengar eftir á kortinum. Kann eg fáa tað flutt yvir á eitt nýtt Virðiskort?
Um navn er prentað á kortið, ella um kundin minnist kortnummarið, ber til at flyta innihaldið yvir á nýtt kort, um kortið verður burturmist. Nýtt kort kostar 50 kr.
Kann eg gera áfylling á Virðiskortið á netinum?
Tað ber tíverri ikki til at fylla pening á kortið á netinum.
Ber til at hava Mánaðarkort inni á Virðiskortinum?
Ja, tað ber væl til at hava bæði virðis- og mánaðarkort á sama korti. Tá ferðaseðil verður keyptur, er tó umráðandi at boða frá, um gjaldast skal av virðinum ella um mánaðarkortið skal virkjast.
Ber til at brúka Virðiskorti til bilar?
Virðiskortið kann bert nýtast á Bygdaleiðum.