Ferðandi við SSL

Á veg í bussin

Ger tekin til bussføraran, tá tú skalt við bussinum (ger teg sjónligan). Tey ferðandi skulu vera til reiðar at fara í bussin, tá hann kemur, og hava tøkan pening til ferðaseðil.

Viðføri

Viðføri við bussi: Ferðafólk kunnu hava handviðføri (lítla tasku ella posa) við inn í bussin. Viðføri, sum rúgvar upp, skal í viðførisrúmið undir bussinum.

Viðføri við skipi: Ferðafólk (uttan akfar) kunnu hava handviðføri við umborð, sum í mesta lagi vigar 40 kg. Annað ferðagóðs skal avgreiðast sum farmur hjá Farmaleiðum ella hjá avgreiðslumanninum á staðnum.

Ferðafólkið hevur sjálvt ábyrgd av viðføri og yvirklæðum.

Ferðandi í koyristóli

Av trygdarávum verða ferðandi í koyristólum ikki tikin við í bussar hjá Bygdaleiðum um vindferðin er meiri enn 15 m/s.

Barnavognar

Er pláss í bussinum, kann ferðafólkið taka barnavogn við uttan gjald. Ferðafólkið hevur sjálvt skyldu til at tryggja, at barnavognurin kemur í bussin og verður tikin úr bussinum, og at hann stendur við bremsunum fyri og ikki er til ampa fyri onnur ferðafólk. Er ikki pláss inni í bussinum, kann vognurin verða lagdur í viðførisrúmið. Fyrivarni verður tikið fyri, at summir bussar ikki hava standiplássøki.

Súkklur

Er pláss í bussinum, kann ferðafólkið taka súkklu við.

Matur og drekka

Ikki er loyvt at eta og drekka í bussunum.

Fartelefonir, lurtitól o.a.

Tað er loyvt at nýta fartelefon o.a. í bussum og umborð á ferjum, er tað ikki til ampa fyri onnur ferðafólk.

Royking

Royking er ikki loyvd umborð á ferjum og bussum hjá Strandfaraskipum Landsins, er ikki annað ávíst.

Húsdjór

Við bussi: Húsdjór eru ikki loyvd í bussunum.

Við skipi: Ferðafólk kunnu hava smá húsdjór við sær, um húsdjórið er í innilákaðum búri, og eru á ávísum øki, sum manningin vísir til. Ferðafólk við húsdjóri, sum ikki er í innilokaðum búri, skulu seta seg í samband við manningina fyri at fáa ávíst eitt øki.

Er talan um blindan persón, sum hevur fyri neyðini at hava førarahund hjá sær, galda ikki nevndu ásetingar.