Ferðaseðlar
Hvussu keypi eg ferðaseðlar?
Tú kanst bíleggja ferðaseðil áðrenn fráferð í okkara bíleggingarskipan her:
Tú kanst bíleggja pláss á hesum leiðum:
- Leið 7: Tvøroyri - Tórshavn
- Leið 36: Sørvágur - Mykines
- Leið 56: Klaksvík - Syðradalur
Um tú ikki bíleggur pláss áðrenn fráferð ber til at stilla seg í kø/ganga umborð og keypa ferðaseðil umborð, men legg til merkis, at prísurin kann vera ein annar, um tú ikki hevur bílagt frammanundan.
Á hinum sjóvegis farleiðunum keypir tú ferðaseðil, tá tú koyrir/gongur umborð.
Ferðaseðlar til bussar verða keyptir umborð á bussinum, tá tú fert umborð. Tað ber eisini til at keypa ferðaseðil til buss áðrenn fráferð á Farstøðini í Tórshavn.
Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við gjaldskorti?
Til ber at gjalda við gjaldskorti á øllum leiðum okkara.
Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við reiðum peningi?
Til ber at gjalda við reiðum peningi á øllum leiðum okkara.
Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við SSL korti á øllum leiðum?
Til ber at gjalda við SSL korti á øllum leiðum okkara uttan á leið 36 Sørvágur – Mykines.
Hvussu keypi eg ferðaseðil við Tyrluni?
Ferðaseðlar við Tyrluni skulu bíleggjast á www.atlantic.fo