Bygdaleiðir
Skaði við Bygdaleiðum
Fær ferðafólk skaða á seg sjálvan ella ognarlutir í sambandi við ferðing við Bygdaleiðum, skal hetta fráboðast til Strandferðsluna.
Møguligt endurgjald er tó eitt mál millum viðkomandi bussveitara á viðkomandi bygdaleið og tann ferðandi. Fráboðanin um skaða verður tí send til bussveitaran, ið síðani tekur yvir skaðaviðgerðina, og er Strandferðslan ikki longur partur av málinum.
Fráboðanir um skaða kunnu sendast her.