Oyggjaleiðir
Skaði við Oyggjaleiðum
Ferðafólk og viðføri, íroknað motorakfør, verða flutt við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins samsvarandi reglunum í sjólógini um ábyrgd og endurgjald.
Tá koyrt verður umborð og í land, hevur bilførarin skyldu til at fylgja teimum ávísingum, hann fær frá manningini. Bilførari hevur skyldu til at gera manningina varuga við, um bilurin er ov breiður at fara upp á rampuna, ella um onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi, tá koyrt verður umborð og í land.
Kemur skaði á akfar e.l. hjá ferðafólkinum, tá ferðast verður við Oyggjaleiðum, skal ferðafólkið venda sær til manningina beinanvegin og/ella í síðsta lagi 24 timar eftir at skaðin er komin.
Manning skrivar eina frágreiðing um hendingina. Í frágreiðingini verður staðfest um Strandfaraskip Landsins, eigur ábyrgdina av skaðanum.
Um talan er um skaða á akfar ella annan tryggjaðan lut, skal eigarin boða sínum tryggingarveitara frá sum skjótast.
Ábyrgd hjá tí ferðandi
Tað er ábyrgdin hjá tí ferðandi at vera ansin umborð og taka neyðug fyrilit, so skaði ikki kemur á eitt nú klæðir ella aðrar ognir hjá viðkomandi.
Tá ið ferðast verður eftir bildekki, bilrampum og ferðafólkadekkinum, skal tann ferðandi vera serliga ansin, tá ið gingið verður fram við veirum, ketum og øðrum, ið kunnu hava olju ella annað á sær, ið kann dálka ella skaða eitt nú klæðir. Strandferðslan kann ikki ábyrgdast fyri skaðum ella dálking av lutum, ið stendst av ósketni hjá tí ferðandi.
Ábyrgd førarans
Sum útgangsstøði er tað altíð førarin sjálvur, ið hevur ábyrgdina, tí tað er hann, ið skal hava (og sum hevur) fult ræði á bilinum, tá hann situr við rattið.
Krøvini til ein bilførara eru víðfevnd, soleiðis at skilja, at hann til eina og hvørja tíð skal tryggja sær, at hansara koyring er forsvarlig fyri kringumstøðurnar, og seg sjálvan. Víðfevnda ábyrgdin hjá føraranum gongur tí uttan iva frammum møguliga skeiva vegleiðing frá øðrum, óivað tí, at tann, ið vegleiðir/ella vinkar, ikki hevur fult ræði á bilinum, eins og førarin hevur.
Ábyrgd hjá Strandferðsluni í sambandi við skaðar
Strandfaraskip Landsins endurgjalda ikki skaða á:
- viðføri hjá ferðafólki
- klæðir hjá ferðafólki
- akfar, sum fær skaða, sum stendst av øðrum akfari, ella um mett verður, at førari sjálvur hevur ábyrgd av skaðanum
- akfør, sum fáa skaða, áðrenn koyrt verður umborð ella eftir at koyrt er í land
- dýr, sum koma til skaða ella doyggja umborð á ferjunum – heldur ikki tá eitt umboð fyri Strandfaraskip Landsins hevur skyldina í skaðanum
Strandfaraskip Landsins endurgjalda skaða tá:
- skaðin stendst av ósketni hjá manningini
- teknisk brek við ella umborð á skipinum, ið hevur við sær skaði á lutir hjá tí ferðandi.
Soleiðis gert tú
- Tá ið skaðin er hendur, skal tann ferðandi alt fyri eitt gera manningina umborð varuga við hvat er hent.
- Manningin skrivar frágreiðing, staðfestir hvør eigur ábyrgdina, og skaðafráboðan verður síðani send høvuðsskrivstovuni.
- Tann ferðandi fer til sítt tryggingarfelag og ger skaðafráboðan.
- Tryggingarfelagið hjá tí ferðandi setir seg í samband við okkum og fær útflýggja frágreiðing.
- Krav frá tryggingini kemur til SSL og síðani verður avroknað, alt eftir hvør hevur ábyrgd av skaðaendurgjaldi.
Fráboðanir um skaða kunnu sendast her.