Teistin hevur havt eitt brek á einum frekvensumformara, síðani hann kom úr dokkini á Skála fyri nøkrum døgum síðani.
Umvælingin av hesum brekinum er í gongd og verður ætlandi liðug í kvøld.
Verður umvælingin liðug í kvøld, siglir Ternan á Nólsoyarleiðini í morgin, og Teistin siglir á Sandoyarleiðini. Verður umvælingin ikki liðug, røkir Erla Kongsdóttir alla sigling á Nólsoyarleiðina til Ternan er aftur á leiðini.