Komandi summar verður flutningurin av ferðafólki út í Mykines skipaður við plássbíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni umframt einum túri aftrat í summarferðaætlanini.
Siglingin út í Mykines er við bátinum Jósupi, ið Strandferðslan leigar frá Sp/f Mykines. Avtalaður er nú ein túrur aftrat í ferðaætlanina, so at dagtúrar hjá ferðafólkunum nú vera fýra heldur enn seks tímar.
Ferðafólk við báti í Mykines kunnu frá 29. januar keypa ferðaseðilin á bíleggingarskipanini hjá Strandferðsluni á www.ssl.fo ella á www.mykines.fo. Nýggja ferðaætlanin verður eisini kunngjørd tá.
Summarferðaætlanin við trimum túrum er allar vikudagar frá 1. mai til 31. august. Vetrarferðaætlan er í apríl og frá september til og við heystfrítíðina við einum túri tríggjar dagar um vikuna.
Í 2019 ferðaðust nærum 30 túsund ferðafólk við Jósupi í Mykines, men síðani hevði korona stóra minking við sær. Í fjør var ferðingin umleið 25 túsund ferðafólk, og ferðafólkatalið verður helst hægri í ár.