Kunningarskriv um broytingar á leið 90

23.02.2021

Á seinna morguntúrinum úr Nólsoy í morgun, varð staðfest , at sprungur vóru komnar í fremsta salongrútin í stýriborðsíðu. Hetta er ein av teimum upprunaligu rútunum, sum ikki varð skiftur, tá teir stóru rútarnir í miðjuni vórðu skiftir.

Undir umvælingini varð verja sett á allar rútar, fyri at tryggja at rútarnir ikki kundu brotna inn í skipið.

Sum fyribils loysn er Tanum settur at sigla á middagstúrin á nólsoyarleiðini í dag, og síðani tekur Jósup við, og skal eftir ætlan byrja at sigla kl. 15:20. Broytt ferðaætlan fyri leið 90 verður lýst seinni í dag.